Admirality te

DKK 260,00

Bleytt og lekkurt svart te uttan bergamotte, gjørt av tesløgunum Darjeeling, Ceylon og Keemun.

 

75 teposar

Reinsa
Bólkur: Vørunr.: N/A

Lýsing

Admiralteið gongur aftur til røturnar hjá Østerlandsk Thehus. Tá danski flotahermaðurin Søren Wilhelm Jacobsen í 1887 var við í 50 ára jubileumsfagnaðinum hjá Victoriu drotning, varð hann so bergtikin av tenum, sum bretska herflotamálaráðið borðreiddi við, at hann tók uppskriftina við sær heim aftur til Keypmannahavnar. Har grundlegði hann Østerlandsk Thehus, har admiralitetsteið enn er millum tey best umtóktu. Blandingin er gjørd av klassiskum svørtum tesløgum frá Darjeeling, Ceylon og Keemun.

Smakkurin er sum klassiskt svart te uttan bergamotte.

Admirality te er gjørt av klassiskum svørtum tesløgum av bestu góðsku, og fyri at fáa besta smakkin skal teið trakta í 4 minuttir í 100 stig heitum vatni.

Meiri kunning

Teposar

75 posar