Lýsing
Eitt reint urta- og fruktte, sum millum annað merkir, at einki koffein er í tenum. Hetta teið er sett saman av fínastu rávørum av súreplum, ingifer, mango, jarðberum og morgunfrúum.
Smakkurin er søtur og sera frískur. Her er nógv ingifer í. Hetta teið riggar eisini stak væl sum íste ein góðan summardag.
Double Ginger Happiness er eitt reint fruktte og kann tí trakta sera leingi. Smakkurin verður bert sterkari, og jú longri teið traktar, jú meira koma teir ymsu smakkirnir fram. Besti smakkurin fæst við at trakta í 10-12 minuttir í 100 stig heitum vatni.