Hans Christian Andersen te

DKK 70,00DKK 175,00

Eitt lætt te við Earl Grey, vanilju og rósuknubbum. Bleytan og søtligan smakk sum úr einum ævintýri.

 

Keyp 100, 150, 200 ella 250 gramm í posa, ella kom inn við tómu dósini og fyll í aftur.

Reinsa
Bólkur: Vørunr.: N/A

Lýsing

Tað er ikki av ongum, at teið er uppkallað eftir mæta danska rithøvundanum H.C. Andersen, tí smakkurin er sum úr einum ævintýri. Teið er sett saman av grønum og svørtum tei umframt eini blanding, sum Østerlandsk Thehus sjálvt hevur gjørt. Samansetingin av grønum og svørtum tei ger teið lætt, men kortini við góðari fyllu. Serliga góða upplivingin kemur av Earl Grey, vanilju og rósuknubbum.

Smakkurin er bleytur, søtligur og eitt sindur blómukendur við vælkenda bergamotte-smakkinum.

H.C. Andersen-te er ein samanseting av svørtum og grønum tei, og fyri at fáa besta smakkin og varðveita góðu eginleikarnar hjá tenum umframt vitaminir og bótarevni (antioxidantir) skal teið trakta í 3-4 minuttir í 100 stig heitum vatni.

Meiri kunning

Te í leysum

100 g, 150 g, 200 g, 250 g