Imperial White te

DKK 145,00

Hvítt te við søtum smakki, blandað við ananas, appilsinskali, jasminperlum og jarðberum.

 

Leyst te í dós, 125 g

Reinsa
Bólkur: Vørunr.: N/A

Lýsing

Hvítt te eru teir fyrstu smáu sprotarnir á terunninum og verður bert heystað nakrar fáar dagar tíðliga um várið. Bløðini kunnu ikki hentast, tá tað regnar, ella um døgg enn er á teimum ella um frost er í jørðini. Hetta ger hvíta teið til nakað heilt serligt.

Hetta hvíta keisarateið er gjørt av stórum tebløðum. Talan er um eitt vistfrøðiligt, lætt te, sum er blandað við ananas, appilsinskal, jasminperlur og jarðber. Smakkurin er søtur, lættur og elegantur.

Hvítt keisarate er gjørt av vistfrøðiligum hvítum tei, og fyri at fáa besta smakkin og varðveita góðu eginleikarnar hjá tenum umframt vitaminir og bótarevni (antioxidantir) skal teið trakta í 5-6 minuttir í 80 stig heitum vatni.

Meiri kunning

Vekt