Sweet Lemon te

DKK 145,00

Frískt og søtt vistfrøðiligt te, sum eisini hóskar seg eisini væl sum íste. Gott til tína søtu tonn.

 

Leyst te í dós, 125 g

Reinsa
Bólkur: Vørunr.: N/A

Lýsing

Eitt vælumtókt urtate frá Østerlandsk Thehus er Sweet Lemon. Her er talan um eitt púra vistfrøðiligt te, sum er sett saman av teimum allarbestu rávørunum, so sum sitróngras, súrepli, lakressrót, ananas, sitrónskali, morgunfrúublómum og jarðberjastykkjum – alt vistfrøðiligt.

Smakkurin er frískur við einum serstaka søtum eftirsmakki. Hevur tú eina søta tonn, er Sweet Lemon te gott at fáa sær í staðin fyri góðgæti. Og dámar tær Cool Mint teið, er rættiliga sannlíkt, at Sweet Lemon teið eisini er nakað fyri teg. Og Sweet Lemon hóskar seg eisini væl sum íste.

Sweet Lemon er eitt reint urtate og kann tí trakta sera leingi. Smakkurin verður bara sterkari og teir ymsu smakkirnir koma meira fram, jú longri teið traktar. Besti smakkurin fæst við at trakta í 8-10 minuttir í 100 stig heitum vatni.

Meiri kunning

Vekt