Viking Tea

DKK 75,00

Svart og grønt te blandað við norðurlendskum urtum, sum gevur ein mildan og søtan smakk.

 

12 teposar

Reinsa
Bólkur: Vørunr.: N/A

Lýsing

Sum navnið gevur ábendingar um, er hetta eitt te, sum er gjørt við rávørum úr norðurlendsku náttúruni. Víkingateið er eitt vistfrøðiligt te við svørtum og grønum tei og væl útvaldum norðurlendskum urtum, blómum og fruktum. Í tenum er súrepli, brenninota, hindber, rósuber, fennel, lakressrót og blá kornblóma. Hendan samansetingin gevur eina bleyta fyllu, við einum mildum súrleika og smakki úr gomlu norðurlendsku náttúruni.

Teið hevur ein mildan og søtan smakk av súreplum og hindberum, samstundis sum rósuberini geva ein súrligan, men sera mildan smakk.

Viking Tea er gjørt av svørtum og grønum tei og kann tí gerast nakað beiskt, um tað stendur og traktar ov leingi. Fyri at fáa besta smakkin skal teið trakta í 3 minuttir í 80 stig heitum vatni.

Meiri kunning

Teposar

12 posar