
Glasstovan er staðsett mitt í býnum. Sitipláss eru til 25-30 fólk.
Her eru altíð nýbakaðar kakur og annað gott afturvið einum góðum kaffi/te koppi. Har eru nógv sløg av kaffi og te at velja í millum, eisini kakaó.
Vøruúrvalið av te og kaffi sæst inni á heimasíðuni undir okkara vøruyvirliti.
Eisini bjóða vit upp á fleiri lættar heitar rættir. Um sólin skínur er møguleiki at sita uttanfyri á okkara terassu og nýta ein Gelatte ella kalda øl, ella tað hugurin girnist.
